Live Chat
https://www.legeakademiet.dk/
https://www.legeakademiet.dk/

FØROYAR


Legeakademiet er ein nethandil, sum selur lærandi og mennandi leikutoy. Handilin er danskur og prísirnir eru danskar krónur (DKK). Fleiri og fleiri kundar uttanfyri Danmark handla hjá okkum, so tú kannst sjálvandi eisini handla her, um tú kemur úr Føroyum.

Bíleggingar úr Føroyum
Eftirsum Føroyar er uttan fyri ES, kannst tú handla uttan at gjalda 25% í donskum MVG. Hetta verđur trekt frá bíleggingini, tá hon er móttikin. Tá tú váttar bíleggingina, verđur danskt MVG álagt, men tađ verđur trekt frá aftur áđrenn vit trekkja upphæddina av tíni konto og senda vøruna.

Tollur í Føroyum
MVG sum tú ikki skal gjalda í Danmark, skal gjaldast í Føroyum í stađin. Tá vøran kemur til Føroya, skal tollur og MVG gjaldast.

Her er ein leinkja til heimasíđuna hjá TAKS í Føroyum: http://voruskra.taks.fo/Pages/Overview.aspx  

Levering
Vit senda vøruna skjótast gjørligt – aloftast millum 2-5 arbeiđsdagar eftir móttøku av bíleggingini – og harafturat kemur tíđin tađ tekur at senda til Føroyar. Um vøran er útseld, ella vit ikki kunnu senda hana av øđrum orsøkum, bođa vit tær frá gjøgnum teldupost.

Vit senda pakkar viđ DHL, GLS ella Postdanmark.

Frakt
Fraktin til Føroya kostar 180,00 kr. pr. pakka upp til 20 kg. Um ordrin er so stórur at hann fyllir fleiri pakkar, ella vigar meira enn 20 kg – tilskila vit okkum rætt til at broyta prísin til fraktprísin fyri allan ordran. Í slíkum førum seta vit okkum altíđ í samband viđ teg. Vit senda ikki ordran fyrr enn tú hevur góđkent fraktprísin, um hann er hægri enn 180,00 kr.

Á heimasíđuni skriva vit, at kundar, sum keypa fyri 950 DKK eller meira, fáa vøruna fraktfrítt, men hetta er bert galdandi fyri danskar kundar. Fraktin til Føroya er munandi dýrari, so her kunnu vit tíverri ikki bjóđa at senda fraktfrítt.

Gjalding
Tú kannst gjalda viđ altjóđa gjaldskortum, eitt nú VISA, American Express og MasterCard.
Upphæddin verđur trekt, tá vit senda vørurnar úr Legeakademiet.

Ynkir tú at gjalda viđ at flyta peningin gjøgnum bankan, kannst tú flyta peningin á fylgjandi konto:
 
Reg/ Kontonr.  2255 / 4381 272 465
IBAN DK7920004381272465
SWIFT NDEADKKK

Minnst til at viđmerkja bíleggingarnummar, tá tú flytir pening gjøgnum bankan.
Vit senda vørurnar, tá vit hava móttikiđ upphæddina í bankanum.

Aftursending
Vit ynskja at veita eina góđa tænastu, so um tú iðrar teg um keypið innan 30 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna. Vit afturgjalda upphæddina til gjaldskortiđ ella á konto. Kostnađin fyri bankaflytingar í samband viđ aftursendingar rindar kundin.
 
Papír til aftursending
 
Legeakademiet • Ved Klædebo 12 E • 2970 Hørsholm • Tlf. 7199 0525 • CVR 31270529